Sunnukvøldið 2. juli, kl. 19.30 hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór sína árligu summarkonsert í Gøtu kirkju.
Hetta skrivar folkakirkjan.fo.
Skráin í ár er sera fjølbroytt og krevjandi, men vit halda eisini at hon er sera áhugaverd. Sum nógv kanska hava fingið við, skal kórið seinni í juli mánað, sum fyrsta føroyska kór, luttaka í meistarabólkinum í OL fyri kór í Suður Korea - nevnt WCG 2023 (World Choir Games 2023).
-Til summarkonsertina koma vit tí at framføra tað, sum vit taka við okkum til Suður Korea. Tað hevði glett okkum at sæð nógv fólk til hesar konsertir, so set kross í kalendaran.
Kirkjukonsertir eru sum altíð ókeypis, men høvi verður til at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum, nú kórið fer at ferðast.