Ársins spælarar skulu heiðrast

Sunnukvøldið 4. oktober verður serlig fótbóltssending, har ársins spælarar skulu finnast hjá bæði monnum og kvinnum

Sum siður er, so fer Miðlahúsið at aftur í ár at skipa fyri, at ársins spælari verður valdur hjá bæði kvinnum og monnum í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Hetta verður gjørt í samstarvi við FSF.

 

Tað verða venjarar, liðskiparar og ítróttartíðindafólk, sum atkvøða. Tiltakið verður sunnukvøldið 4. oktober klokkan 19.00 í Perluni, har Rás2 fer at hava beinleiðis sending.

 

Kunngera atkvøðurnar

Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so verða allar atkvøðurnar kunngjørdar í Sosialinum mánadagin. Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunngjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar.

 

Út frá atkvøðunum verður eisini ársins lið sett.

 

Atkvøðast verður til:

Ársins spælari

Ársins ungi spælari (Spælari við U21-aldri)

Ársins málverji

Ársins verjuspælari

Ársins miðvallari (íroknað vengur)

Ársins áleypari

Ársins venjari

Ársins dómari