Ársins spælarar 2015

Nú er greitt hvørjir spælarar eru í uppskoti til ársins spælara 2015

Sunnukvøldið verður “Ársins spælari” tiltakið hjá Miðlahúsinum, Rás2 og Fótbóltssambandinum. Allar atkvøðurnar eru nú komnar inn. Tí er greitt hvørji eru í uppskoti til ársins spælara.

 

Les eisini:Ársins spælarar skulu heiðrast

 

Sendingin verður send beinleiðis úr Perluni í Havn sunnukvøldið klokkan 19. Heiðrast skulu Ársins- spælari, ungi spælari, venjari, málverji, verjuspælari, miðvallari, áleypari, dómari og somuleiðis verður ársins lið sett.

 

Í VikuskiftisSosialinum bleiv kunngjørt hvørjir spælarar eru í uppskoti til ársins spælara. Hetta eru teir tríggir spælararnir, sum hava fingið flest atkvøður. Teir eru nevndir í alfabetiskari raðfylgju:

 

Ársins spælarar: Teir tilnevndu hjá monnum

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Lukasz Cieslewicz, B36

Odmar Færø, B36

 

Ársins spælari kvinnur: Tey tilnevndu eru

Ansy Sevdal, EB/Streymur/Skála

Fríðrún Danielsen, EB/Streymur/Skála

Heidi Sevdal, HB