Ársins rósa handast í kvøld

Tá jólaskipið kemur á Klaksvíkina klokkan 18.00 í kvøld, fer Jógvan Skorheim, borgarstjóri, at handa ársins rósu.

Tá jólaskipið kemur á Klaksvíkina klokkan 18.00 í kvøld, fer Jógvan Skorheim, borgarstjóri, at handa ársins rósu.

 

Loksins kemur jólaskipið til Klaksvíkar. Bíðað hevur verið eftir tí, og fyriskipararnir harmast um, at tað gjørdist so seint í ár, men greiða frá, at teir mugu bíða eftir, at okkurt skip er tøkt.

- Tíverri gjørdist tað nakað seint í ár, men vit mugu bíða, inntil okkurt skip er tøkt. Vit kunnu ikki krevja, at nakar skal bjóða okkum at nýta teirra skip. Vit mugu spyrja og só vóna, at vit fáa goodwill, sigur Karl Birgir Isaksen, ein av fyriskiparunum.

 

Eftir at skipið hevur lagt at, verður eitt tiltak skipað fyri í Klaksvíksgarðinum, á bryggjuni niðanfyri Norðoya Fornminnissavn.

 

Fyrst ferð borgarstjórin, Jógvan Skorheim, at handa Ársins Rósu. Hetta er 11. ferð, at skipað verður fyri tiltakinum Ársins Rósa.

 

Í fjør var tað Marjun Kalsø, ið hevur verið virkin innan flogbóltin í Klaksvík, sum fekk heiðurin sum Ársins Rósa.

 

Eftir handanina verður felagssangur við Steintóri Rasmusen og Rakul Ró, meðan jólamenninir fara at heilsa upp á børnini og geva teimum pakkar.