Ársins miðvallari er úr HB

Greitt er longu nú, at føroyameistararnir eiga ársins miðvallarleikara

Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn skipa í kvøld fyri tiltaki, har ársins heiðrar 2013 verða latnir.


HB hevur av sonnum verið væl koyrandi í ár. Av partur av frágreiðingini er ein ómetaliga sterkur miðvøllur. Sambært venjarum, liðformonnum og journalistum eigur HB faktiskt allar av landsins bestu miðvallarleikarum. Teir eru:


Christian Restorff Mouritsen, HB

Fróði Benjaminsen, HB

Símun Samuelsen, HB


Hvør av teimum trimum vinnur, verður kunngjørt á stórum Hvonn Live tiltaki í kvøld, sum verður sent beinleiðis av Hvonn í Havn og kann hoyrast beinleiðis á Rás2 frá klokkan 21.00.