Tórður Thomsen, B68
Tórður hevur verið støðugt góður í ár. Hann hevur latið relativt fá mál inn á einum liði, ið ikki skorar nógv mál.
Tórður hevur vart málíð hvønn minutt og hevur latið nýggju færri mál inn enn niðurflytarin úr Skála, ið hevur skotið fleiri mál enn B68 og tí hava bjargingar hansara, millum annað dupult bjargingin í seinasta umfari, havt stóran týdning fyri at B68 til endans verður at síggja í bestu deildini komandi ár.
Tórður varð valdur til besti leikara í septembur og er einasti málverji hetta kappingarárið, ið hevur megnað tað.
- Tórður hevur latið 48 mál inn ímun til at hagtøl frá Wyscout meta, at B68 átti at latið 50 mál inn.
Teitur Matras Gestsson, HB
Hóast darvaður av skaðum, ið møguliga hava gjørt at hann ikki hevur havt eins góðan møguleika at vísa seg á landsliðnum, hevur Teitur staðið 24 dystir aftanfyri einari skiftandi verjuketu. Tó hevur liðskiparin og ein av stóru røddunum á liðnum megnað at verið støðugt góður yvir teir 24 dystirnar fyri HB. Teitur hevur staðið í mál í einum venjingardysti fyri landsliðið, tá Føroyar vunnu 4-0 á Lichtenstein.
Leygardagin, møta HB grannarnar í finaluni um Løgmanssteypið og er Teitur ein av grundarsteinunum til at HB hevur møguleikan at lyfta steyp nummar 30.
- Teitur hevur latið 23 mál inn ímun til at hagtøl frá Wyscout meta, at HB átti at latið 32 mál inn í ár.
Mark Jensen, KÍ
Mark hevur nú leikt sítt fyrsta kappingarár í Føroyum og hevur víst góðar dygdir. Hóast KÍ keypti ein stóran profil úr 07 Vestur í fjør, ið eisini er fastur málverji á U-21 landsliðnum, hevur Mark megnað at varðveitt plássið millum stengurnar.
Umframt góð avrik í Betri Deildini, hevur Mark megnað at hildið málið reint í tveimum umførum móti Differdange 03.
- Mark hevur latið 24 mál inn ímun til at hagtøl frá Wyscout meta, at KÍ átti at latið 27 mál inn í ár.
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bárður og Víkingur hava bert latið 14 mál inn í 27 dystum hetta kappingarárið í Betri Deildini, ið svarar til 0.52 mál per dyst.
Hóast framúr verjuavrik frá Víkinga verjuni sum heild í ár, hevur Bárður sannliga víst at hann telust millum bestu málverjar í Føroyum hetta kappingarárið og eigur ein týðandi leiklut í at Víkingur er Føroyameistari fyri fyrstu ferð síðan 2017. Undan kappingarbyrjan, høvdu flest helst væntað, at Bárður var triðja val á landsliðnum, men umstøður hava gjørt at Bárður hevur fingið møguleikan sum fyrsta val og hevur so dyggiliga tikið av.
- Bárður hevur latið 14 mál ímun til at hagtøl frá Wyscout meta, at Víkingur átti at latið 20 mál inn í ár.
Í morgin verða tilnevningarnar til Ársins Verjuleikari 2024 kunngjørdar.