Nú ber til inni á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum at atkvøða um ársins mál farna kappingarár í Effodeildini, og eru sjey góð mál at velja ímillum.
Henda kappingin er eitt slag av framhaldi av siðvenjuni, ið hevur verið í alt ár, meðan Effodeildin var í gongd, at atkvøðast kundi um besta málið hvønn mánað.
Málskjúttarnir, sum kappast um ársins mál, eru Súni Olsen úr B36, Heðin Hansen úr Víkingur, Gunleif Olsen úr 07 Vestur, Dion Splidt úr AB, Árni Frederiksberg úr NSÍ, Ragnar Tausen úr TB og Øssur Dalbúð úr ÍF.
Higartil hava yvir 800 verið inni á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum og atkvøtt, og tað kann gerast HER. Eisini síggjast tey sjey góðu málini við at trýsta á pílin í myndini omanfyri.









