Fyrrverandi landsliðsleikarin og nýggi AB leikarin, Símun Samuelsen, sum eisini fylgir væl við í Premier League, gav í Sosialinum mánadagin sítt boð uppá hvussu ársins lið í Premier League sá út aftaná fyrstu hálvuna av Premier League.
Harafturat gav Sosialurin metingar av øllum Premier League feløgunum higartil í kappingini, har tey vóru vigaði á einum skala frá 1 til 10 um hvussu kappingarárið higartil var eydnast.
Tað sum eyðkennir ársins lið hjá Símun Samuelsen, er tað sum eisini hevur eyðkent fyrstu hálvuna av Premier League. Fleiri leikarar, ið nærum eingin kendi áðrenn kappingin byrjaði, eru á ársins liðið hjá honum. Men felags fyri teir allar er, at teir hava havt eitt kanón kappingarár higartil.
Símun Samuelsen setti sítt lið í eina 3-4-3 formatión, og sær ársins lið hjá honum soleiðis út:
Málverji: Hugo Lloris (Tottenham) Lloris er ein framúrskarandi offensivur málverji, og er saman vid De Gea besti málverji í PL. Hann hevur higartil havt eitt frálíkt kappingarár, har hann er partur av einum liðið, ið hevur latið minst mál ígjøgnum, og hevur hann somuleiðis ofta verid dystar-avgerandi.
Verjuleikari: Toby Alderweirel (Tottenham) Tað sær út til at Tottenham langt um leingi hevur funnid stýrimannin í midverjuni. Alderweireld hevur gjørt tad sera gott inntil vídari, stýrir væl, og er somuleidis farligur uppá deydbóltar. Er mítt fyrsta væl til verjuna á mínum topp 11.
Verjuleikari: Scott Dann (Crystal Palace) Scott Dann er kanska ikki tann mest poleraði verjuleikarin í PL. Men hann er sterkur mann til mann, og er ein avgjørdur partur av góðu gongdini hjá Palace. 3 mál er eisini við til at eg velji hann á mítt lið.
Verjuleikari: Aleksandar Kolarov (Manchester City) Kolarov meti eg sum besta vinstra bakk í PL. Hann hevur alt tað ein heimsklassa bakkur skal hava í dagsins fóbólti, skjótur, góðan tekniskan førleika, og eitt øgiliga gott vinstra bein.
Miðvallari: Riyad Mahrez (Leicester) Mahrez hevur tikið PL vid storm. Tað vóru ikki nógv ið kendu Mahrez ádrenn PL fór í gongd, men í dag kenna allarflestu hendan frálíka leikara, sum er uppá tal hjá heimsins bestu feløgum (Barca, Bayern osv.). Vænti at Leicester fáa tad trupult við at halda uppá hann leingi afturat, og kunnu teir vænta at fáa 250-300 milliónir krónur fyri at selja hann, eftir at teir í januar 2014 keyptu hann fyri einans 4 milliónir krónur! Tad vísir seg enn at verda møguligt at finna ein gódan leikara fyri ein bíligan penga - Mahrez er besti leikari í PL inntil vídari.
Miðvallari: Mesut Øzil (Arsenal) Ozil hevur altíð verið sera svingandi í sínum avrikum. Tað er eingin ivi um at evnini altíð hava verið har, men hevur hann ofta havt tad trupult vid at seta eitt støðugt avrik saman yvir eitt longri tídarskeid. Hevur tó í ár veruliga víst seg frá síni bestu síðu, og hevur verið besti Arsenal leikarin.
Miðvallari: Ross Barkley (Everton) Nú hevur Barkley fingið sítt gjøgnumbrot. Hann hevur ofta verid sagdur at gera ov nógvar feilir, hóast hann eisini ofta ger nógv góð ting. Men tað sær út til at hann nú hevur funnið javnvágina. Avrikar sera støðugt, og hevur sjáldan vánaligir dystir. Besti enski miðvallarin í ár, og er tað kanska ikki so torført um man hugsar hvussu fáir eru um boðið.
Miðvallari: N’Golo Kanté (Leicester) N’Golo Kanté er nokk ikki kendasti spælarin í PL, og eru tað nokk nógv sum ikki kennast vid hendan leikaran. Men eg vil mæla fólkið til at eygleiða hann tá Leicester spælir. Er ein klassa leikari, sum minnir um ein ávísan Makelele (Chelsea). Leicester spæla sera offensivan fóltólt, og um man skal gera tað, má man hava ein leikara sum Kanté á liðnum. Vænti ikki tað gongur long tíð, ádrenn eitt topp lið er úti eftir honum.
Áleypari: Jamie Vardy (Leicester) Jamie Vardy er ein sólskinssøga sum øll eftir hondini kenna til. Maðurin hevur sligið metið hjá Van Nistelrooy, Er í løtuni toppskjútti í PL.
Eg meti ikki Vardy sum ein topp klassa áleypara, og haldi eg at tað sigur eitt sindur meir um PL enn Vardy, at hann hevur skotid 15 mál inntil víðari. Vardy er, eftir mínari meting, ein "one hitt wonder", og kemur ikki at prýða yvirskriftirnar í teimum ymisku bløðunum leingi afturat. Men hann er á mínum liðiið, av tí hann er toppskjútti.
Áleypari: Romelu Lukaku (Everton) At Chelsea nakrantíd seldi Lukaku er ótrúligt, og nú tosa teir enn tá um at keypa hann aftur. Hóast hann er stórur og sterkur, er hann somuleiðis skjótur, og hevur góðan tekniskan førleika. Besti áleypari í PL.
Áleypari: Odion Ighalo (Watford) Ighalo er eitt dømi um, at hevur tú skjótleika, hevur tú beinavegin ein stóran fyrimun. Men skjótleiki er ikki alt, og hevur hann eisini adrar dygdir, sum hava gjørt at hann hevur skotid 13 mál í ár. Er ein av orsøkunum til at Watford liggur har teir liggja. Eisini er tad stuttligt at síggja eitt álops-makkarapar (Ighalo og Deeney) sum í gomlum døgum, tí tey eru tað ikki nógv eftir av, orsakað av broyttum leikskipanum. Elton John eigur at vera nakað stoltur av sínum gamla liðið.
Hvussu hevði ársins lið í Premier League hjá tykkum sæð út, um tit høvdu tikið støðið í fyrstu hálvu av Premier League?










