At kappingin hevur verið hørð í vetur, er neyvan nakar ivi um. Besta prógvið um hetta er kanska, at ársins spælari ikki eigur pláss á ársins liði. Her er talan tó um lið, sum landsliðsvenjararnir hava sett, meðan ársins spælari verður kosin eftir atkvøðugreiðslu millum venjarar og spælarar.
Ársins lið hjá monnum sær soleiðis út:
Málverji - Mladen Mjerimecka, Kyndil
Høgri vongur - Andreas Eriksen, VÍF
Høgri bakkur - Áki Egilsnes, VÍF
Strikuspælari - Jugoslav Djumic, Neistin
Spælskipari - Hallur Biskopstøð, H71
Vinstri bakkur - Filip Jojic, VÍF
Vinstri vongur - Rói Berg Hansen, Neistin









