Martin Keown, sum spældi 449 dystir fyri Arsenal frá 1993 til 2003, hevur í blaðgrein í Dailymail, har hann er viðmerkjari, sett ársins lið í hesum kappigarárinum higartil. Hóast hann er Arsenal maður um ein háls, so er pláss fyri heili fimm spælarunum frá arvafíggjandinum Chelsea.
Serliga á miðvøllinum hevur hann sett menn í bláum inn. Eden Hazard, Cesc Fabregas og Nemanja Matic eru tríggjar av teimum, sum sleppa upp í part á miðvøllinum, sum eisini telur Alexis Sanchez úr Arsenal.
Umframt tað, so hevur hann eisini valt venjaran hjá Chelsea, Jose Mourinho, sum besta venjaran higartil í hesum kappingarárinum.
Manchester City hevur í Vincent Kompany og Sergio Aguero tvey umboð á liðnum, meðan Manchester United, Southampton og Everton hava hvør sítt umboð.
Er tú samdur við liðnum hjá Martin Keown?
Premier League XI higartil hetta kappingarárið: (4-4-2)
Málverji: David De Gea(Manchester United)
Verja: Nathaniel Clyne (Southampton), Gary Cahill (Chelsea), Vincent Kompany (Manchester City), Leighton Baines (Everton)
Miðvøllur: Eden Hazard (Chelsea), Cesc Fabregas (Chelsea), Nemanja Matic (Chelsea), Alexis Sanchez (Arsenal)
Áleyparar: Sergio Aguero (Manchester City), Diego Costa (Chelsea)
Venjari: Jose Mourinho (Chelsea)