Fimm føroyskir framleiðarar eru tilnevndir á FMA. Arbeiðsbólkurin hevur gjøgnumgingið tilfarið, sum føroyskir framleiðarar hava avrikað í fjør og hava út frá tí tilnevnt fylgjandi fimm framleiðarar:
Jens L. Thomsen
Kristoffur Mørkøre
Baroli Music
Jákup Zachariassen
Janus Rasmussen
Hesir hava á hvør sín hátt og á hvør sínum øki víst sínar dygdir sum framleiðarar á altjóða støði. Samstundis arbeiða teir eisini ógvuliga ymiskt og umboða nakað av tí fjølbroytni, ið føroysk tónleikaframleiðsla fevnir um.
Ársins framleiðari verður kosin á FMA leygarkvøldið 15. mars.
Arbeiðsbólkurin handan FMA er Sunleif Rasmussen, Eyðfinn Jensen, Barbara Holm, Fróði Vestergaard og Ólavur Larsen - og Rólant Waag Dam er samskipari.










