Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tryggingarfelagið Føroyar og Visit Faroe Islands høvdu tær bestu lýsingarnar í fjør
Á ársveitslu hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, í gjárkvøldið, varð avdúkað, hvør áttu tær bestu føroysku lýsingarnar í fjør.
Talan var um tríggjar ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin kundi atkvøða um.
Ársins bestu prentlýsing átti Tryggingarfelagið Føroyar fyri prentlýsingina ”Vit stuðla ikki bara einum liði. Vit stuðla einari tjóð”, sum varð gjørd í samband við Oyggjaleikirnar á Bermuda í fjør.
At enda gav føroyski brúkarin stuttfilminum ”Ránið” hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, ið vendir sær serliga til ung fólk, heiðurin sum ársins besta sjónvarpslýsing í farna ári.
Men harafturat gav Felagið Føroysk Marknaðarfólk eisini klædnahandlinum, Skálkur Man, í SMS eitt heraklapp fyri at bróta upp úr nýggjum. Tey halda, at handilin hevur flutt mørk, samstundis sum at tey virða og heiðra føroyska ymiskleikan við at hava modell í nógvum ymiskum støddum at vísa klæðini fram.
Á myndini síggjast tey, sum vunnu. Frá vinstru eru tey: Eiler Fagraklett, Tryggingarfelagið Føroyar, Brynhild Høgnadóttir, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Janus Poulsen, Skálkur Man, Linda Kølleskov, SMS, Gurðið Højgaard og Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands. |