Andrev Arshavin fekk sín dreym uppfyltan. Hann fekk sáttmála við eitt siðvant stórfelag í ensku Premier League, nevnliga Arsenal.
Men tað hevur ikki bara verið ein dansur á rósum fyri Arshavin at skifta russisku liguna út við Premier League. Og hevur Arshavin havt trupuleikar at umstilla seg til spælið í heimsins best umtóktu fótbóltsligu.
- Eg sá Premier League dystirnar, sum vóru sendir í Russlandi, so ofta sum eg kundi. Fyri at verða ærligur, so sá tað ikki so torført út í sjónvarpinum. Fyrst nú skilji eg dynamikkin, og hvussu torførur fótbólturin er í Onglandi, sigur Arshavin til heimasíðuna hjá Arsenal.
- Nú ynski eg at skora so skjótt, sum møguligt. Øll væntaðu, at eg fór at skora í mínum fyrsta dysti, men tað hendir ongantíð, serliga ikki fyri meg. Einki er einfalt fyri meg. Arsenal er einki undantak í so máta, so eg má verða tolin og arbeiða hart, sigur Arshavin, sum vil hjálpa Arsenal at røkka sínum stóra málið.
- Aðalsetningurin er at røkka Champions League kappingini komandi kappingarár, undirstrikar Arshavin.










