Arsene Wenger í øðini og kærdur

Enska Fótbóltssambandið hevur kært atburðin hjá Arsene Wenger

Arsenal var bara tveir minuttir frá at vinna ársins seinasta í fjør, tá teir vitjaðu West Bromwich. Men eitt umstrítt brotsspark í seinasta minuttinum av dystinum gjørdi, at heimaliðið fekk eitt stig, meðan venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, bleiv í øðini.

 

- Eg eri sera vónbrotin. Tað hendi móti Stoke, Watford, Manchester City og nú West Bromwich. Hetta er afturvendandi móti okkum, og tað er ørkymlandi, segði Arsene Wenger millum annað á tíðindafundinum eftir dystin.

 

Hann helt eisini, at tað var ikki samsvar millum tað sum dómarin, Mike Dean, vísti spælarunum í samband við brotssparkshendingina, og tað sum veruliga fór fram. Arsene Wenger helt eisini fyri, at dómarin sá tað, sum hann vildi síggja.

 

Nú hevur enska Fótbóltssambandið kært atburðin hjá Arsene Wenger eftir dystin. Í kæruni stendur, at tað hann er kærdur fyri atbuðin í dómararúminum eftir dystin, har hann skal hava sátt iva um gegnið hjá dómaranum.