Arsenal váttar, at felagið hevur spurt seg fyri hjá Liverpool um umstrídda framherjin, Luis Suarez.
The Telegraph skrivar, at Arsenal hevur bjóðað áleið 250 milliónir krónur fyri Luis Suarez, sum í løtuni hevur leikbann fyri at bíta ein annan spælara. Framtíðin hjá Luis Suarez í Liverpool er ivasom, eftir at spælarin sjálvur skal hava úttalað seg um, at hann ikki hevur tað so gott í Onglandi.
Fyrst bleiv hann settur í samband við PSG úr Fraklandi og serliga Real Madrid. Nú ljóðar so, at Arsenal, sum eins og Liverpool eisini er í Onglandi, ger eina roynd at fáa fatur á bóltsnillinginum úr Uruguay.
Søgan sigur, at Liverpool hevur avvíst boðnum hjá Arsenal upp á áleið 250 milliónir krónur. Sambært The Mirror, so sigur Arsenal seg ikki hava lagt boð inn fyri Luis Suarez. Hinvegin verður váttað, at Arsenal hevur spurt seg fyri um Luis Suarez.
Luis Suarez hevur síðani hann kom til Liverpool í 2010 verið millum týdningarmiklastu spælararnar hjá Liverpool, umframt at verið umstríddur fyri sín vánaliga atburð á vøllinum.