Arsenal vil hava Defour

Enska stórfelagið Arsenal er áhugað í at keypa 20 ára gamla Steven Defour, sum er liðformaður á belgiska liðnum Standard Liege. Skysports heldur seg vita, at Arsenal er til reiðar at gjalda 70 milliónir krónur fyri belgiska stórtalentið, sum longu hevur spælt 16 landsdystir. Men feløg sum Ajax, Palermo, Lyon og Middlesbrough skulu eisini verða áhugað í spælaranum.