Russiska felagið Zenit úr St. Petersborg váttar, at Arsenal hevur latið felagnum eitt alment boð upp á álopsspælaran Andrei Arshavin, men leiðslan í Zenit er ikki nøgd við boðið, sum var 85 milliónir krónur. Felagið sigur, at einki annað felag hevur boðið upp á Arshavin, og at tað skulu meira pengar enn teir, sum Arsenal hevur boðið, áðrenn felagið selir álopsspælaran. Nú sigst, at eisini Manchester City er áhugað í Arshavin.










