Arsenal vil hava Anelka

Í hesum døgum verður nógv tosað um, hvør skal loysa Thierry Henry av í Arsenal, eftir at hann er farin til Barcelona.

Flestu av ensku miðlunum tykjast tó vera samdir um, at franski Arsenal-venjarin, Arsene Wenger, vil gera nógv fyri at fáa Nicolas Anelka aftur til Arsenal frá Bolton. Anelka skeyt í árunum frá 1997-1999 28 mál fyri Arsenal. Eydnast tað ikki hjá Wenger at fáa Anelka, so ætlar hann sær væntandi eftir hollendska álopsparinum hjá Ajax, Klaas-Jan Huntelaar og Ryan Babel.