Arsenal viðhaldsfólk í øðini

Arsenal tapti í dag 3-1 fyri Aston Villa og tað hevur fingið øði í Arsenal viðhaldsfólkini. Móti endanum av dystinum vítu tey sína ónøgd við, at vantandi innkeypini í summar.

 

Fyrstu seks dystirnir í nýggja kappingarárinum í Premier League eru spældir. Mest óvæntaða úrsliti mundi verða tað á Emirates leikvøllinum í London, har Arsenal tapti 3-1 fyri Aston Villa, sum endaði nummar 15 í fjør.

 

Arsenal kom annars á odda tíðliga í dystinum við málið, ið Oliver Giroud skoraði longu aftaná seks minuttir. Miðskeiðis í seina hálvleiki fekk Aston Villa brotsspark, sum Christian Benteke tók sær av. Wojciech Szczesny bjargaði í fyrstu atløgu, men Christian Benteke flygdi upp og stútaði í málið.

 

Í seinna hálvleiki fekk Aston Villa aftur brotsspark til stóra ónøgd hjá Arsenal spælarunum. Hesa ferð skoraði belgiski framherjin í fyrstu atløgu. Løtu seinni fekk Laurent Koscielny sítt seinna gula kort. Fimm minuttir fyri tíð staðfesti Antonio Luna sigurin, tá hann skoraði eftir skjótálop.

 

Eftir málið gjørdist viðhaldsfólkini hjá Arsenal í øðini. Nøkur fóru av leikvøllinum, meðan onnur ýldu eftir Arsene Wenger, at hann skal til at brúka meiri pengar upp á spælarar. Tey góvu eisini sína meining til kennar um avrikið í dag, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Eitt langt “Buhhh”.

 

Spurningurin er so, skal Arsenal keypa fleiri spælarar, um so, hvørjar?

 

Liverpool legði annars fyri í dag við at vinna 1-0 á Stoke. Málið skoraði Daniel Sturridge. Móti endanum av dystinum hevði Jon Walters ein gyltan møguleika at javna fyri gestirnar, tá teir fingu brotsspark. Tað endaði tó við, at nýggi Liverpool málverjin, Simon Mignolet, bjargaði.

 

West Ham vann 2-0 á Cardiff, meðan Fulham og Southampton vunnu 1-0 sigarar á útivølli. Sætti dysturin endaði við 2-2 javnleiki millum Norwich og Everton.

 

Premier League 1. umfar:

Í dag:

Liverpool - Stoke City 1-0 (1-0)

1-0         Daniel Sturridge, 37

 

Arsenal - Aston Villa 1-3 (1-1)

1-0         Oliver Giroud, 6

1-1         Christian Benteke, 22

1-2         Christian Benteke, 61 br

1-3         Antonio Luna, 85

 

Norwich City - Everton 2-2 (0-0)

1-0         Steven Whittaker, 51

1-1         Ross Barkley, 61

1-2         Seamus Coleman, 65

2-2 Ricky van Wolfswinkel, 71

 

Sunderland - Fulham 0-1 (0-0)

0-1         Pajtim Kasami, 52

 

West Bromwich - Southampton 0-1 (0-0)

0-1         Rickie Lambert, 90 br

 

West Ham United - Cardiff City 2-0 (1-0)

1-0         Joe Cole, 13

2-0         Kevin Nolan, 76

 

17:30: Swansea City - Manchester United (Liberty Leikvøllinum)

 

Sunnudagin, 18. august

13:30: Crystal Palace - Tottenham Hotspur (Selhurst Park)

16:00: Chelsea - Hull City (Stamford Bridge)

 

Mánadagin, 19. august

20:00: Manchester City  - Newcastle United (Etihad Leikvøllinum)