Arsenal vann stórsigur

Champions League-bólkaspæl hevur verið leikt í kvøld. Kl. 17.30 var fyrsti dystur leiktur í Moskva, har CSKA Moskva dystaði Inter. Við einum stórum málmansbrølara fekk Inter tryggjað sær 2-1-sigurin tíggju minuttir fyri leiklok.

 

Á Emirates Stadium í London var sonn málveitsla, har Arsenal útspældi Slavia Prag. Úrslitið gjørdist heili 7-0 til heimaliðið, og pláss var m.a. til eitt danskt mál: Nicklas Bendtner skoraði seinasta málið ein minutt fyri leiklok.

 

Á Ibrox í Glasgow hevði Glasgow Rangers forkunnuga vitjan. Vitjandi liðið, FC Barcelona, var favorittur at vinna dystin, og hóast FC Barcelona hevði nógv meira spæl, megnaði heimaliðið at verja væl fyri. Dysturin endaði við málleysum javnleiki.

 

Úrslit og málskorarar í kvøld:

 

CSKA Moskva ? Inter 1-2 (1-0)

1-0: Jo

1-1: Crespo

1-2: Samuel

 

Arsenal ? Slavia Prag 7-0 (3-0)

1-0: Fabregas

2-0: Hubacek (sjálvmál)

3-0: Walcott

4-0: Hleb

5-0: Walcott

6-0: Fabregas

7-0: Bendtner

 

Dynamo Kiev ? Manchester United 2-4 (1-3)

0-1: Ferdinand

0-2: Rooney

1-2: Rincon

1-3: Ronaldo

1-4: Ronaldo (br.)

2-4: Bangoura

 

PSV Eindhoven ? Fenberbahce 0-0 (0-0)

 

Glasgow Rangers ? FC Barcelona 0-0 (0-0)

 

AS Roma ? Sporting Lissabon 2-1 (1-1)

1-0: Juan

1-1: Liedson

2-1: Vucinic

 

Sevilla ? Steaua Bukarest 2-1 (2-0)

1-0: Kanouté

2-0: Fabiano

2-1: Petro

 

Vfb Stuttgart ? Lyon 0-2 (0-0)

0-1: Santos

0-2: Benzema