Arsenal vann stórdystin

. umfar av FA Cup var á skránni í vikuskiftinum, og her var lagt upp til satt brak, tá varandi meistararnir, Liverpool, tóku ímóti Arsenal á Anfield Road

Tomas Rosicky gjørdist stóra hetjan hjá Arsenal, eftir at hann sendi teir fram um bæði 1-0 og 2-0 í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki legði Liverpool eitt stórt trýst á Arsenal málið, og hetta gav úrslit, tá Dirk Kuyt minkaði um munin eftir hornaspark. Móti endanum avgjørdi Thierry Henry dystin fyri Arsenal, tá hann skoraði til 3-1, og sostatt er greitt, at Liverpool ikki fer at endurvinna stóru ensku steypakappingina í ár.