Arsenal vann – Adebayor útvístur

Emmanuel Adebayor legði Tottenham á odda tíðliga í dystinum, men fekk løtu seinni reytt kort. Tað kotaði dýrt, tí Arsenal vann uttan stórvegis trupulleikar 5-2.

 

Uttan iva mest avgerandi løtan í London uppgeðini millum Arsenal og Tottenham á Emirates leikvøllinum í dag, kom 18 minuttir inn í fyrra hálvleik. Fyrrverandi Arsenal framherjin, sum stutt frammanundan var fyrstur á ein retur í Arsenal brotsteiginum og legði gestirnar á odda, fekk beinleiðis reytt kort.

 

Framherjin tveitt seg í eina takling við strektum beini og knobbinum fremst. Hann rakti Santi Carzola og Howard Webb hevði ongan annan møguleika enn at geva reytt kort.

 

Hetta vendi dystinum og Arsenal sat á restina av dystinum. Fyrst javnaði Per Mertesacker við sínum fyrsta máli fyri Arsenal, áðrenn Lukas Podolski og Oliver Giroud løgdu Arsenal á odda fyri hálvleik.

 

Í seinna hálvleiki økti Santi Carzola til 4-2, áðrenn Gareth Bale við góðum máli minkaði um munin. Tottenham var ongantíð nær við at hótta leiðsluna hjá Arsenal, og stutt fyri tíð staðfesti Theo Walcott sigurin við máli til 5-1.

 

Premier League:

 

Arsenal – Tottenham 5-2

 

17/11:

Liverpool – Wigan 15:00

Manchester City – Aston Villa 15:00

Newcastle – Swansea 15:00

QPR – Everton 15:00

Reading – Everton 15:00

WBA – Chelsea 15:00

Norwich – Manchester United 17:30

 

18/11:

Fulham – Sunderland 16:00

 

19/11:

West Ham – Stoke 20:00