Arsenal er víðari í FA Cup, eftir at liðið í dag megnaði at venda einum hóttandi 2-0 tapi til ein 3-2 sigur upp á bara átta minuttir. Enn eina ferð var Robin Van Persie stóra hetjan hjá Arsenal við tveimum málum.
Tað sá einki út hjá Arsenal, tá dómarin bríkslaði fyri hálvleiki í dystinum í fjórða umfari í FA Cup á Emirates leikvøllinum millum Arsenal og Aston Villa. Richard Dunne og Darren Bent høvdu við hvørsínum málið lagt Aston Villa á odda 2-0.
Arsenal venjarin, Arsene Wenger, hevur verið fyri nógvum ákoyringum í seinastuni og stemningurin var ikki góður í hálvleikinum. Okkurt hevur fraklendingurin tó sagt við sínar leikarar í hálvleikinum, tí liðið var ikki at kenna aftur til seinna hálvleik.
Fyrst minkaði Robin Van Persie upp á brotsspark, sum Richard Dunne gjørdi móti Aaron Ramsey. Tríggjar minuttir seinni javnaði Theo Walcott og átta minuttir eftir at Robin Van Persie minkaði um munin, legði hann Arsenal á odda við enn einum brotssparki.
Arsenal er nú víðari til fimta umfar í FA Cup.
FA Cup fimta umfar:
Liverpool - Brighton & Hove Albion
Everton Blackpool ella Sheffield Wednesday
Chelsea - Birmingham City
Crawley Town - Stoke City
Stevenage - Tottenham Hotspur
Norwich City - Leicester City
Sunderland ella Middlesbrough - Arsenal
Millwall ella Southampton - Bolton Wanderers