Arsenal uttan stjørnur í finaluni

 

Hvørki Cesc Fabregas ella Theo Walcott verða klárir til Carling Cup finaluna sunnudagin, eftir at teir fóru út við skaða í vikuni. Arsenal vann í gjár 1-0 á Stoke, men hóast stigini komu væl við í oddastríðnum, so var ikki bara gleði á Emirates leikvøllinum. Fyrst fór Cesc Fabregas av vøllinum við pínu í knænum og í seinna hálvleiki mátti Theo Walcott berast av vøllinum.

 

Tað gjørdist skjótt greitt, at Theo Walcott ikki kemur at spæla í Carling Cup finaluni sunnudagin. Cesc Fabregas hevur nú eisini melda út, at hann heldur ikki verður at síggja á Arsenal liðnum sunnudagin á Wembley. Tað er enn óvist, um Cesc Fabregas verður tøkur til returdystin móti Barcelona í Champions League 8. mars.

 

Arsenal hevur sunnudagin í Carling Cup finaluni móti Birmingham møguleikan at vinna steyp fyri fyrstu ferð síðani 2005.