Arsenal uttan Cesc móti Barca

Hóast Fabregas bara er 22 ára, so er hann liðskipari og týdningarmiklasti spælararin hjá Arsenal, men í kvøld skulu Arsenal møguliga klára seg uttan hann.

 

- Fabregas spælir bara um hann kemur heilt yvir skaðan sum hann hevur. Eg vildi sagt, at tað er bara 40% møguleiki fyri at Fabregas spælir í kvøld, men endaliga avgerðin verður tikin í kvøld undir upphitingini, sigur Wenger.

 

Hjá Barcelona er greitt at Andrés Iniesta ikki verður tøkur vega skaða. Gerard Pique, Yaya Toure og Xavi hava allir skaðar at dragast við, men verða vantandi tøkir.

 

Fyri franska framherja hjá Barcelona, Thierry Henry, er dysturin heilt serligur. Henry spældi í Arsenal frá 1999 til 2007, har hann skoraði 174 mál í 254 dystum, sum er met fyri Arsenal. Seinnu árini var hann eisini liðskipari. Í 2007 skifti Henry til Barcelona.

 

- Tað verður ein undarligur dystur fyri meg. Áðrenn lutakastið segði eg, at eg ikki vildi møta Arsenal, tað var mitt ynski. Men nú bleiv tað so. Eg fari at geva alt, sum eg eigi til dystin, sigur Thierry Henry um at møta Arsenal.

 

Champions League fjórðingsfinalan millum Arsenal og Barcelona verður kl 19.45 í kvøld.