Arsenal útleigar málmann

Póllendskur málverji hevur funnið sær nýtt felag komandi árið

Talan er um Wojciech Szczesny, ið fer at verja málið hjá siðbundna, italska stórfelagnum, AS Roma. Tó er ikki talan um eitt varandi skifti, tí at tað er bert ein leigusáttmáli, ið er blivin undirskrivaður ímillum partarnar. Avtalan er galdandi fyri komandi kappingarárið.

 

Wojciech Szczesny hevur verið fyrstaval í málinum hjá Arsenal tey seinastu árini, men seinasta kappingarár vóru avrik hansara so óstøðug, at hann misti plássið til David Ospina. Nú er Petr Cech so komin afturat, og so var ongin ivi um, at tað fór at blíva soltið av leiktíð til Szczesny, um hann bleiv verandi í Arsenal.

 

Wojciech Szczesny er 25 ára gamal.