Burnley megnaði ikki at gera tær stóru skreytirnar ímóti Arsenal í fjórðingsfinaluni, sum varð spæld á Emirates Leikvøllinum í London. Arsenal vann ein tryggan 3-0 sigur, aftaná hálvleiksstøðuna 1-0. Nú eru bara Premier League feløg eftir í kappingini. Arsenal skal spæla ímóti Hull í tí seinastu fjórðingsfinaluni.
Carlos Vela byrjaði málveitsluna hjá Arsenal tá 25 minuttir vóru spældir. Hetta var aftaná gott forarbeiðið frá Andrej Arshavin, sum fekk prógvað sín dugnaskap. Tá 6 minuttir vóru spældir av 2. hálvleiki økti Eduardo til 2-0, aftaná gott samstarv við Alex Song. Tá 6 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, staðfesti Emmanuel Eboue sigurin fyri Arsenal við at skora til 3-0. Alex Song var aftur arkitekturin, hesaferð við einari góðari sending við hælinum inn til Eboue.