Arsenal til Old Trafford

Chelsea og Liverpool fingu dystir á heimavølli, meðan Manchester United og Arsenal bresta saman á Old Trafford

FÓTBÓLTUR

 

Huddersfield frá triðbestu ensku deildini, League One skulu á eina heldur torføra uppgávu á Stamford Bridge, har teir møta Chelsea, men størsti dysturin í fimta umfari skerst ikki burtur. Tað er sjálvandi dysturin millum nummar eitt og tvey í Premier League.

Huddersfield hava drigið vinnararnar frá í fjør, Chelsea á Stamford Bridge, men tað er eittans dystur, ið skínur framum allar aðrar í fimta umfari, og tað er á Old Trafford leikvøllinum, har Manchester United taka móti Arsenal.

 

Lægst í metum

Huddersfield er saman við Bristol Rovers, lægst á styrkislistanum, av teimum liðum, ið eru eftir í fimta umfari. Teir eru ovurhondsfegnir um at sleppa at møta Chelsea, tí hetta gevur ein ávísan prosentpart av áskoðarainntøkunum. Og dysturin verður sum kunnugt spældur í London á glæsuliga Stamford Bridge leikvøllinum, har ein øðilig rúgva av fólki sleppur inn til dystin, so tað fer at verða ein kærkomin peningainnspræning, ið Huddersfield fær.

 

Rovers trúgva uppá sín møguleika

Í Bristol Rovers hava teir hinvegin trúnna uppá, kanska at náa fjórðingsfinalurnar, eftir at teir drógu Southampton. Hesin dysturin kann gerast sera javnur, og tað er ilt at taka dagar millum hesi bæði liðini. Serliga í FA Cup er ikki altíð, at favorittarnar vinna. Tað eru hvørt einasta ár fleiri dømir um ”Giant killings” t.e. tá eitt lægri styrkismett lið vinnur seg langt fram í kappingini og vinnur móti einum liði, ið liggur væl hægri á styrkislistanum.

 

Bert seks eru eftir

Nú Arsenal skal spæla móti United, er tað heilt víst at minst eitt Premier League lið rýkur út í fimta umfari.

Liverpool vóru hepnir í teirra lutakasti, tí eftir at hava skúgvað Havant & Waterlooville til viks, fingu teir enn ein dyst á heimavølli, hesaferð móti Barnsley úr The Championship.

Tey írestandi Premier League liðini, Middlesbrough og Portsmouth, skulu bæði á truplar uppgávur, tá tey bæði skulu møta liðum úr The Championship, á útivølli. Tey skulu møta ávíkavist Sheffield United og Preston.

 

Tvey Championship lið tryggjað

Í minsta lagi tvey lið úr The Championship eru tryggjað luttøku í fjórðingsfinalunum. Hetta varð greitt, tá Cardiff dróg Wolves, meðan arvafíggindarnar úr The Midlands, Coventry og West Bromwich fara at dystast á The Ricoh Arena í Coventry.

 

---

 

Lutakastið:

Bristol Rovers v Southampton

Cardiff v Wolves

Sheff Utd v Middlesbrough

Liverpool v Barnsley

Manchester United v Arsenal

Preston v Portsmouth

Coventry v West Brom

Chelsea v Huddersfield

 

Dystirnir verða spældir 16. og 17. februar