Arsenal stevnir móti meistaraheitinum

Premier League: Arsené Wenger var á áskoðaraplássunum, tá Arsenal enn eina ferð vann

Seinasti dysturin á stóra fótbóltsdegnum í Onglandi - Boxing Day - er av. Arsenal vann 3-1 í London-uppgerðini móti West Ham og er enn oddalið í Premier League, nú 16. umfar verður avgreitt. Fyrrverandi stórvenjarin hjá Arsenal, Arsené Wenger, var millum áskoðararnar, tá Arsenal í kvøld fekk vitjan av grannunum úr West Ham. Heimaliðið hevur tikið øll á bóli í hesum kappingarárinum og liggur á fremsta plássinum.

 

Tað er annars tiltikið, at Arsenal hevur tað torført, tá tað blívur kalt í veðrinum og ein og hvør meistararoynd verður køvd um hetta mundið. Soleiðis var ikki í kvøld.

 

Tí hóast West Ham kom á odda við brotssparki í fyrra hálvleiki, og var á odda í hálvleikinum, so svaraði Arsenal aftur tíðliga í seinna hálvleiki. Fyrst við eitt sindur av hepni, tá norski liðskparin, Martin Ødegaard, royndi seg við skoti, sum endaði hjá Bukayo Saka. Enski landsliðsspælarin var tryggur og javnaði.

 

Bara fimm minuttir seinni vendi dysturin á høvdið. Evnaríki Gabriel Martinelli rak seg leysan í vinstu og smekkaði til úr spískum. Skotið var hart og fór í málið, men helst skuldi málverjin havt vart betri fyri.

 

Bara tíggju minuttir seinni økti Edward Nketiah til 3-1. Tað hvílur nakað av ábyrgd á unga manninum, sum er varamaður hjá skadda Gabriel Jesus. Brasilski áleyparin verður ikki tøkur aftur fyribils, og tí verður tað millum annað upp til Edward Nketiah at skjóta meistaraheitið heim – um tað skuldi gingið Arsenal so væl í hesum kappingarárinum.

 

Her er jólaskráin í Premier League:

 

26. desember:

 

Klokkan 12.30: Brentford – Tottenham 2-2

 

Klokkan 15.00: Crystal Palace – Fulham 0-3

 

Klokkan 15.00: Everton – Wolverhampton 1-2

 

Klokkan 15.00: Leicester – Newcastle 0-3

 

Klokkan 15.00: Southampton – Brighton 1-3

 

Klokkan 17.30: Aston Villa – Liverpool 1-3

 

Klokkan 20.00: Arsenal – West Ham 3-1

 

27. desember:

 

Klokkan 17.30: Chelsea – Bournemouth

 

Klokkan 20.00: Manchester United – Nottingham Forest

 

28. desember:

 

Klokkan 20.00:  Leeds – Manchester City

 

1Arsenal15131136:1240
2Newcastle1696132:1133
3Manchester City14102240:1432
4Tottenham1693433:2330
5Manchester Utd1482420:2026
6Liverpool1574431:1825
7Brighton1573526:2024
8Fulham1664627:2622
9Chelsea1463517:1721
10Brentford1648425:2720
11Crystal Palace1554615:2119
12Aston Villa1653817:2518
13Leicester1652925:2817
14Bournemouth1544718:3216
15Leeds1443722:2615
16West Ham16421013:2014
17Everton1635812:1914
18Wolves1634910:2513
19Nottingham F.1534811:3013
20Southampton16331014:3012