Arsenal stóð italsku royndina

Arsenal megnaði í kvøld tað, sum mong ikki høvdu roknað við, at ungu spælararnir úr London felagnum kundu gera.

Á útivølli ímóti ógvuliga roynda AC Milan liðnum vann Arsenal 2-0. Bæði málini vórðu skorað síðstu løtuna. Cesc Fabregas setti hol á við fínum fløtum langskoti, sum slikkaði stólparótina, og Emmanuel Adebayor staðfesti rimmar sigurin í yvirtíðini, tá ið hann setti innaru síðuna á eftir flatt innlegg úr høgru frá innskifta Theo Walcott. Hetta var fjúrtandi dysturin hjá Adebayor í europeisku meistarakappingini, og hetta var fyrsta ferðin, at toppskjúttin hjá Arsenal skoraði í europeisku meistarakappingini.

Arsenal var alla tíðina leikliga greitt omaná, og sigurin var harvið søtliga uppiborin.

Í London endaði tað málleyst. Úrslitið í kvøld ber tískil við sær, at Arsenal hevur spælt seg í fjórðingsfinaluna við málmuninum 2-0.

Sigurin var søguligur, tí hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at eitt eingilskt felag vann europeiska uppgerð á San Siro.