Arsenal spæla útsettan dyst

Mikukvøldið skulu Arsenal spæla sín dyst, ið hevur ligið á láni í longri tíð

Hesin dysturin er móti Newcastle á St. James Park. Dysturin skuldi upprunaliga verið spældur longu í øðrum umfari av Premier League, afturi í august mánað, men varð tá avlýstur. Eisini Liverpool og West Ham skuldu spæla tá, men hesin varð eisini avlýstur. Nær hesin dysturin verður spældur, er ikki greitt enn.

Arsenal eru óhepnir hvat skaðum viðvíkur, men teir hava tó ein sera sterkan hóp. Spurningurin er bara, um Newcastle megnar at gera sær dælt av heasri støðuni.