Arsenal snávaði

Manchester United fekk eina óvæntaða gávu frá Wigan, sum helt Arsenal at nullinum. Samstundis stríðast Liverpool-feløgini um seinasta Champions League-sessin

Vikuskiftið í Premier League var fyrst og fremst av, at fleiri feløg vóru í dysti í FA-Cup kappingini, har fleiri óvæntað úrslit vóru.

Seks dystir vórðu tó spældir, og serliga var tað merkisvert, at Arsenal ikki rakk sínum setningi, tá teir spældu á útivølli móti Wigan. Enn hevur Arsenal bert tapt tann eina dystin hetta kappingarárið, men javnleikurin móti Wigan var tann níggjundi av slagnum, og hann bar við sær, at Manchester United nú aftur kann vinna seg á oddasessin.

Arsenal skapti annars møguleikarnar, sum vóru neyðugir, men í málið vildi bólturin ikki, og so vaks munurin niður til silvurplássið bert til tvey stig.

Á Anfield helt Liverpool fram við góðu taktunum, tá teir sendu kreppurakt Newcastle heim við ongum, men kapprenningin við Everon helt tó fram, tá hesir vunnu 1-0 á útivølli móti Sunderland.

Einki er at siga til, at bæði Liverpool og Everton vija legga nógv fyri í royndunum at vinna seg framat Champions League milliónunum, og tí er lagt upp til satt brak á Anfield, tá grannauppgerðin stendur á skránni seinasta dagin í hesum mánaðinum.


Úrslitini

Liverpool-Newcastle 3-0

Reading-Man City 2-0

Blackburn-Fulam 1-1

Sunserland-Everton 0-1

Tottenham-West Ham 4-0

Wigan-Arsenal 0-0