Á miðdegi var lutakast til kvartfinalurnar í Europa League kappingini.
Tað sermerkta við kappingini í ár er, at hetta er fyrstu ferð nakrantíð at átta lið úr átta ymiskum londum eru í kvartfinaluni í kappingini.
Stóru favorittarnir millum liðini, sum eftir eru, eru enska felagið Arsenal og spanska høvuðsstaðarfelagið Átletico Madrid. Meðan spanska felagið fær eina stutta ferð til Portugal at spæla móti Sporting, mugu ensku stjørnurnar fyrireika seg til eina ferð til Moskva at spæla móti CSKA Moskva.
Marseille, sum vann Champions League í 1993, hevur tvær ferðir verið í finaluni í Europa League, men hevur tapt báðar ferðirnar, móti Parma í 1999 (0-3) og móti Valencia í 2004 (0-2). Teir skulu spæla móti RB Leipzig, sum luttekur fyri fyrstu ferð, í kvartfinaluni.
Seinasta kvartfinalan er millum italska Lazio og eysturríkska RB Salzburg.
Lutakastið endaði soleðis:
RB Leipzig – Marseille
Arsenal – CSKA Moskva
Átletico Madrid – Sporting
Lazio – RB Salzburg
Fyrru dystirnir í kvartfinalunum verða leiktir 5. apríl og teir seinnu 12. apríl. Semifinalurnar skulu spælast 26. apríl og 3 mai og finalan verður 16. mai í franska býnum Lyon.










