Arsenal setti Chelsea uppá pláss

Við sigrinum hevur Arsenal vunnið seg uppá næstfremsta plássið í Premier League, meðan vánaliga gongdin hjá Chelsea heldur fram. Teir liggja nú á einum fjórða plássi við 31 stigum, tað eru 8 færri enn Manchester United á fremsta plássi, umframt at Chelsea hevur spælt ein dyst fleiri enn United.

 

Alex Song legði Arsenal á odda stutt fyri hálvleik. Undan málinum var lítið og einki hent og liðið gjørdu nógvar feilavleveringar. Umframt tað, so vóru taklingarnar til tíðir á góða gamla enska støðinum, har fyrilit ikki altíð var tikið fyri mótstøðumanninum.

 

Arsenal byrjaði seinna hálvleik sera væl og eftir tíggju góðar minuttir høvdu Cesc Fabregas og Theo Walcott økt til 3-0. Fyrra málið kom eftir eina verjuvillu hjá Chelsea, har bólturin endaði hjá Walcott, sum legði bóltin fyri føturnar á Fabregas. Tveir minuttir seinni var sami Walcott aftur leysur í høgru og hesa ferð meddaði hann til sjálvur og skoraði.

 

Branislav Ivanovic minkaði um munin eftir fríspark, men teir komu ongantíð at fáa stig.

 

Arsenal ? Chelsea 3-1 (1-0)

1-0 Alex Song, 44

2-0 Cesc Fabregas, 51

3-0 Theo Walcott, 53

3-1 Branislav Ivanovic, 57