Arsenal hevur í summar keypt framherjan, Marouane Chamakh, frá Bordeaux. Tað tykist verða orsøkin til, at Eduardo nú er á veg úr London felagnum. Tað er meistara liðið úr Ukraine, Shaktar Donetsk, sum hava lagt góðar 60 milliónir á borðið fyri 27-ára gamla Eduardo.
- Eg tosaði við Eduardo og hann er sera fegin um skiftið til Shaktar. Hann kemur til eina sterka kapping og Champions League fótbólt, sigur Slaven Bilic, sum er landsliðsvenjarin hjá Eduardo í Kroatia.
Eduardo er føddur í Brasil, men í 2002 fekk Eduardo ríkisborgararætt í Kroatia. Har umboðaði hann Dinamo Zagreb 123 ferðir og skoraði heili 83 mál. Í Arsenal hevur hann bara skorað seks mál í 41 dystum.
- Vit ætlaðu okkum Eduardo áðrenn hann fór til Arsenal í 2007. Kappingarárið í fjør var einki serligt hjá honum og vit vita sjálvandi eisini um skaðan hjá honum, men vit føla at hann hevur nógv at geva Shaktar, sigur venjarin hjá Shaktar Donetsk, Mircea Lucescu.
Eduardo fekk tíðliga í 2008 ein álvarsligan skaða, sum gjørdi at hann var úti í meir enn eitt ár. Í dysti ímóti Birmingham fekk Eduardo ein ógvusliga takling, sum gjørdi at vinstri fóturin hjá honum mundi brotna av.
Eduardo manglar framvegis at skriva undir sáttmálan og gjøgnumføra lækna kanningina. Enskir miðlar meta, at tað verður gjørt innanfyri teir komandi tveir dagarnir.