Arsenal hevur selt bakkin Justin Hoyte til Middlesbrough fyri umleið 30 milliónir krónur. 23 ára gamli Hoyte hevur havt ilt við at vinna sær pláss á liðnum hjá Arsenal, og nú hava tey gjørt av at selja hann. Hoyte, sum hevur gjørt fýra ára sáttmála við Middlesbrough, hevur spælt 18 landsdystir fyri enska U21 landsliðið.