Arsenal selir út

Tveir Arsenal-leikarar eru um reppið at skifta felag

Lukas Podolski og Carl Jenkinson eru tveir leikarar, ið báðir hava havt ilt við at vinna sær fast pláss á liðnum hjá Arsenal. Podolski spældi við Arsenal fyrru helvt av seinasta kappingarári, men leiktíðin til týskaran við buldrasliga vinstra beininum var ógvuliga avmarkað. Podolski varð síðani útleigaður til italienska Inter, men har hevur álopssinnaði týskarin eisini ilt við at vinna sær fast pláss.

 

Nú er líkt til, at Podolski enn einaferð fer at royna seg í nýggjum felagi. Turkiski tíðindastovnurin, Aksam, vil vera við, at Arsenal hevur góðtikið eitt keypsboð á umleið 15 milliónir frá turkiska Galatasaray. Aksam sigur seg vita, at Podolski kemur til Istanbul ein av komandi døgunum og skrivar undir við turkiska stórfelagið.

 

Carl Jenkinson spældi í West Ham í seinasta kappingarári, har hann var útleigaður. Arsenal eru væl bjálvaðir á høgra bakki, har franski Mathieu Debuchy og spanski Hector Bellerín kappast um plássið. Nú sigur bretska Mirror seg vita, at Jenkinson enn einaferð verður útleigaður. Hesa ferð er tað Sunderland, ið fær gleði av eginleikunum hjá Jenkinson, um Mirror sigur satt.