Arsenal selir málmann til Roma

Umstríddur málmaður skiftir væntandi London út við Rom.

Síðani Arsenal keypti kekkiska Petr Cech í fjørsummar hevur støðan hjá póllendinginum í Arsenal við tí torføra navninum, Wojciech Szczesny, verið rættiliga ógreið. Áðrenn Cech kom til Arsenal skiftist Szszesny nógv við kolumbianska David Ospina um leiktíðina, men eftir komuna hjá Cech hevur Szszesny ikki staðið í mál hjá Arsenal. Í fjør var Szczesny útleigaður til italska Roma, og har heldur hann helst fram - á einum varandi sáttmála.

 

Football Italia skrivar nevniliga í dag, at Szczesny er staddur í Rom, har hann er komin til endaligu læknakanningina, áðrenn hann undirskrivar sáttmála við AS Roma. Sostatt hevur 26 ára gamli málverjin, ið hevur umboðað Arsenal 132 ferðir, helst spælt sín seinasta dyst fyri London-felagið. Hann skiftir enska høvuðsstaðin út við italska høvuðsstaðin.

 

Wojciech Szczesny er ein rættiliga umstríddur harri, sum ikki er serliga væl dámdur ímillum nógv orsakað av síni heldur arrogantu atferð. Hann var fyrstaval í málinum hjá Arsenal í fleiri ár, áðrenn hann á nýggjársdegi 2015 misti plássið eftir ein dyst ímóti Southampton, har Szczesny kostaði tvey mál og roykti eina sigarett í brúsuni eftir dystin - hetta festi eld í sinnið á Arsène Wenger, ið síðani sýtti at brúka pólska málmannin í Premier League.