Enska blaðið Daily Telegraph sigur seg vita, at Arsenal beint fyri evstamark í hesum flytingarvindeyganum royndi at keypa danska landsliðsmálmannin Thomas Sørensen úr Stoke. Málmaðurin Manuel Almunia hevur ikki verið sannførandi fyri Arsenal, og tað fekk felagið at lata eitt boð inn upp á Thomas Sørensen, men boðið varð avvíst av leiðsluni í Stoke.










