Arsenal omaná í tættari grannauppgerð

Grannauppgerðirnar í London eru strævnar hjá oddaliðunum. Tað kann Arsenal enn eina ferð skriva undir uppá, eftir at The Gunners í dag vunnu 2-1 á heimavølli ímóti Tottenham.

Harvið hevur Arsenal tryggjað sær oddasessin upp undir tøttu jólaskránna. Arsenal er fýra stig undan Manchester United, sum ikki skal spæla fyrrenn í morgin.

Tottenham var omaná í 1. hálvleiki, sum endaði málleysur. Hóast Arsenal hevði leikligu leiðsluna eftir steðgin, tá ið toppskjúttin Emanuel Adebayor eftir framúr fríspæling frá Fabregas legði heimaliðið framum, so hevði Tottenham fínan møguleika at vinna øll stigini. Dimitar Berbatov javnaði í 65. minutti, eftir framúr fríspæling frá Robbie Keane, og lítla løtu seinni hevði írski landsliðsspælarin møguleika at leggja Tottenham framum. Men Arsenal málverjin Almunia bjargaði.

So var tað, at Niklas Bendtner varð settur á vøllin, tá ið Arsenal hevði tiltuskað sær horna í vinstru. Bendtner smekkaði høvdið undir bóltin, og harvið hevði Arsenal tryggjað sær 2-1 heimasigur ímóti Tottenham.