Arsenal og Liverpool mistu

Fyrstu dystirnir í fyrsta umfari í Premier League hava verið í dag. Millum annað misti Liverpool á heimavølli, meðan Bolton gjørdi bart í fyrsta dystinum. Eisini Arsenal spældi javnt.

 

Arsenal megnaði ikki at knúgva Newcastle í fyrsta umfarinum í Premier League. Dysturin endaði við málleysum javnleiki. Nýinnkeypið hjá Arsenal, Gervinho, fekk reytt kort í seinna hálvleiki fyri at sláa Joey Barton. Bæði liðini komu í góðar støður, men einki mál kom.

 

Tað er hent nógv í Liverpool síðani ársskiftið og vónirnar eru undan hesum kappingarárinum eru betri enn undanfarna. Liverpool kom eisini á odda í fyrsta dystinum móti Sunderland. Tað var Luis Suarez, ið stutt frammanundan hevði brent brotsspark, sum legði Liverpool á odda. Í seinna hálvleiki javnaði sviin, Sebastian Larsson. Liverpool hevði ilt við at leggja Sunderland undir trýst seinastu løtuna og dysturin endaði við javnleiki.

 

Bolton var á vitjan hjá uppflytarunum Queens Park Rangers(QPR). Bolton gjørdi bart og vann ikki minni enn 4-0. Nógv bendir á at Blackburn fær eitt torført kappingarár. Óskil valdar handan leiktjøldini og í dag taptu teir móti Wolverhampton á heimavølli.

 

Móttsøðuliðið hjá NSÍ í Evropa League, Fulham, spældi málleysan javnleik móti Aston Villa á heimavølli. Wigan og Norwich deildu stigini í 1-1 javnleiki.

 

Premier League um vikuskiftið:

 

Leygardagin 13/8:

 

Blackburn – Wolverhampton 1-2

1-0 Mauro Formica, 20

1-1 Steven Fletcher, 22

1-2 Stephen Ward

 

Fulham – Aston Villa 0-0

 

Liverpool – Sunderland 1-1

1-0 Luis Suarez, 11

1-1 Sebastian Larsson, 57

 

Queens Park Rangers – Bolton 0-4

0-1 Gary Cahill, 45

0-2 Daniel Gabbidon, 67 sjálvmál

0-3 Ivan Klasnic, 70

0-4 Fabrice Muamba, 79

 

Tottenham – Everton Útsett

 

Wigan – Norwich 1-1

1-0 Ben Watson, 21 br

1-1 Wesley Hoolahan, 45

 

Newcastle – Arsenal 0-0

 

Sunnudagin 14/8:

 

Stoke – Chelsea (13:30)

West Bromwich Albion – Manchester United (16:00)

 

Mánadagin 15/8:

 

Manchester City – Swansea (20:00)