Arsenal og Liverpool eru favorittar

Eftir kiksaran í gjár er teinurin langur hjá meistarunum tilk rættin at kappast við tey størstu

Tveir dystir eru í dag í landskappingini í Onglandi. Liverpool, sum er á fjórða plássi, er stórfavorittur á útivølli ímóti illa sperda West Bromwich Albion, og Arsenal hevur á heimavølli ímóti illa sperda Crystal Palace møguleika at lyfta seg fram aftur í oddasessin – í hvussu so er inntil í annaðkvøld, tá ið Manchester City fær vitjan av Chelsea.

Kappingin snýr seg fyrst og fremst um meistaraheitið, og so snýr hon seg um hini trý plássini, sum bera rættin at luttaka í europeisku meistarakappingini við sær. Úrslitini í gjár bera við sær, at møguleikin hjá meistarunum í Manchester United er kámaður alt meiri, hóast tað framvegis ikki er ómøguligt at røkka fjórða plássinum og meiri enn tað. Eisini hjá Tottenham var tað strika í rokningina ikki at vinna fulla úrtøku.

Í dag hava bæðí Liverpool og Arsenal møguleika at styrkja um sína stðu ímóti botnliðum, men tað er ikki altíð soleiðis, at favorittarnir vinna, og serliga tá ið mótstøðuliðini eru illa sperd, vísa úrslitini seg at vera óvæntað.  

Í gjár

West Ham-Swansea 2-0

Newcastle-Sunderland 0-3

Stoke-Manchester United 2-1

Hull-Tottenham 1-1

Fulham-Southampton 0-3

Everton-Aston Villa 2-1

Cardiff-Norwich 2-1

Í dag

West Bromwich Albion-Liverpool kl. 13.30

Arsenal-Crystal Palace kl. 16.00

Mánadagin

Manchester City-Chelsea kl. 20.00

 

Støðan

Manchester City 53

Arsenal 52

Chelsea 50

Liverpool 46

Everton 45

Tottenham 44

Manchester United 40

Newcastle 37

Southampton 35

Aston Villa 27

Stoke 25

Swansea 24

Hull 24

Sunderland 24

Norwich 24

Crystal Palace 23

West Bromwich 22

West Ham 22

Cardiff 21

Fulham 19

 

25. umfar

Leygardagin 8. februar

Liverpool-Arsenal

Sunderland-Hull

Southampton-Stoke

Norwich-Manchester City

Chelsea-Newcastle

Aston Villa-West Ham

Crystal Palace-West Bromwich Albion

Swansea-Cardiff

Sunnudagin 9. februar

Tottenham-Everton

Manchester United-Fulham