Arsenal og Liverpool aftur í trupulleikum

Misjavna kappingarárið hjá Arsenal og Liverpool heldur fram

Arsené Wenger hevur fyrr í ár verið fyri ákoyringum, men nøkur góð úrslit í seinastuni gav venjaranum hjá Arsenal eitt sindur av arbeiðisfriði undan dystinum í dag. Tað broyttist í fyrra hálvleiki, tá Stoke skoraði ikki færri enn trý mál.

 

Les eisini: So tapti Chelsea

 

Arsenal reisti seg í seinna hálvleiki og fekk tvey, men tað var ikki nokk til at fáa stig á Britannia leikvøllinum á hesum sinni. So er spurningurin um trýsti aftur veksur á Arsená Wenger.

 

Ein annar, sum hevur verið fyri ákoyringum í ár er venjarin hjá Liverpool, Brendan Rodgers. Heldur ikki hann og Liverpool megnaðu at vinna í dag. Tað endaði málleyst á Anfield móti Sunderland, sum í ár hevur spælt nógvar javnleikir.

 

Les eisini: Fótbóltspanelið um Premier League hetta vikuskiftið

 

Liverpool saknar heilt víst Luis Suarez(Barcelona) og Daniel Sturridge(skaddur), tí álopið er tannleyst og tað var tað aftur í dag.

 

Les eisini: Sergio Aguero brúkar minst tíð

 

Tað komu bara tey onnur mál í hinum trimum dystunum. QPR vann 2-0 á Burnley, meðan tað var málleyst millum Hull – WBA og Tottenham – Crystal Palace.

Premier League 15. umfar:

 

Newcastle – Chelsea 2-1 (0-0)

1-0 Papiss Cisse, 57

2-0 Papiss Cisse, 79

2-1 Didier Drogba, 83

(Reytt kort: Steven Taylor, Newcastle 81)

Hull – WBA 0-0

Liverpool – Sunderland 0-0

QPR – Burnley 2-0

Stoke – Arsenal 3-2

Tottenham – Crystal Palace 0-0

Manchester City – Everton (17.30)