Arsenal á odda

Við einum 4-2 sigri á Bolton spældi Arsenal seg í gjárkvøldið upp á oddasessin í ensku Premier League. Bolton var annars á odda 2-0, tá hálvur tími var spældur, men so fekk Arsenal ferð á. Rosicky, Cesc Fabregas, Tomas Vermaelen og Andrei Arshavin skutu eitt mál í part. Við sigrinum hevur Arsenal 48 stig fyri 22 dystir. Chelsea, sum hevur verri málmun, hevur somuleiðis 48 stig – men fyri 21 dystir.