Arsenal nærkast nýggjum keypi

Arsenal er sambært bretskum miðlum nær við at keypa ein nýggjan leikara

Hóast kappingin júst er endað í Onglandi, og ein skuldi trúð at friður fór at vera við enska fótbóltinum nú í nakrar mánaðir framyvir, er hetta ikki støðan. 

Sum vanligt er tá summarið nærkast, byrjar tann sokallaða ”silly season”, har ein rúgva av leysasøgum um spælaraskifti koyra.

Sambært BBC skal tað tó mestsum takast fyri víst, at Arsenal er nær við at tryggja sær ein nýggjan miðvallarleikara til komandi kappingarár.

Talan er um 23 ára gamla sveisiska leikaran Granit Xhaka, sum felagið keypir frá týska felagnum Borussia Monchengladbach. 

Xhaka hevur í ár verið millum heilt stóru profilarnar í týsku deildini, og var seinasta vetur fleiri ferðir settur í samband við Liverpool. Men tað er altso líkt til at tað er Arsenal sum fer avstað við leikaranum, sum verður mettur at kosta góðar 290 milliónir krónur.

Granit Xhaka hevur spælt 41 landsdystir fyri Sveis.