Arsenal mist sín ídnasta fjeppara

90 ára gamli fjepparin hevði fylgt Arsenal í meira enn 80 ár, nú hann doyði ávegis til dyst.

Ein av ídnastu Arsenal-fjepparunum yvirhøvur, Ernie Crouch, er deyður, 90 ára gamal. Tað sermerkta við Ernie var, at hann hevur fylgt Arsenal í meira enn 80 ár, og at hann fylgdi hjartafelagi sínum heilt fram til síðsta dag.


Ernie Crouch var fyrstuferð og hugdi at Arsenal á Highbury í 1934, og øll árini hevur hann verið og hugt at dystum. Soleiðis skuldi eisini vera um vikuskiftið, tá ið hann ætlaði sær at hyggja at dystinum ímillum Arsenal og Sunderland.


Hann náddi tó ongantíð so langt. Tað var nógvur vindur í London leygardagin, og tá ið Ernie Crouch við stavi sínum var ávegis til Emirates Stadium, misti hann fótafestið og datt út á vegin. Hann varð yvirkoyrdur av einum bussi og doyði á staðnum.


- Ræðuligt at hoyra, at ein sannur fjeppari er farin. Ernie Crouch, ein trúgvur Gunner. Hvíl í friði, skrivaði fyrrverandi Arsenal-leikarin, Lukas Podolski, sum ikki var tann einasti kendi, sum skrivaði um hendingina á Twitter.


- Eg vóni at Arsenal fer at hava syrgibind á mikukvøldið til minnis um Ernie Crouch. Tað hevur ongantíð verið ein trúgvari Gunner, skrivaði sjónvarpsstjørnan, Piers Morgan, sum m.a. er kendur sum dómari í Britain's Got Talent.


Ernie Crouch hevði givið soni sínum lyfti um, at hann skuldi gevast við at fara til útivallardystir tá ið hann gjørdist 90 ár, men tað lyftið megnaði hann ikki at halda, tí fyri tveimum vikum síðani var hann farin við fjepparabussinum til útidystin ímóti Norwich.