Leygardagin tapti Arsenal ímóti Fulham í Premier League, og tað var langt frá spælinum hjá Arsenal hendan dagin og til tað, sum teir eru kendir fyri seinastu árini. Ofta hava Fabregas, Hleb, Rosicky og Flamini mannað Arsenal-miðvøllin, men eingin spældi við um vikuskiftið. Flamini og Hleb eru seldir, og hinir báðir eru skaddir. Arsene Wenger segði eftir dystin, at veikleiki á miðvøllinum kostaði sigurin.
Tíðindi