Arsenal livir enn

Við einum týdningarmiklum 2-0 sigri á Bayern Munchen í kvøld, livir Arsenal enn í Champions League kappingini

Arsenal hevði í kvøld knívin á barkanum. Skuldi felagið gera sær nakrar vónir um víðari luttøku í Champions League kappingini, mátti felagið vinna heimadystin móti Bayern Munchen.

 

Les eisini: Arsenal hevur knívin á barkanum

 

Og Arsenal reisti seg í kvøld.Teir vunnu heimadystin móti Bayern Munchen 2-0.

Bæði málini hjá Arsenal komu í seinna hálvleiki. Fyrst legði innskifti Olivier Giroud Arsenal á odda, og í yvirtíðini Mesut Øzil til endaliga úrslitið 2-0.

Í hinum dystinum í bólkinum vann Olympiakos 1-0 á útivølli móti Dinamo Zagreb.

 

Barcelona vann uttan Messi á útivølli

Barcelona, sum í Hvítarusslandi spældi móti Bate Borisov vann í kvøld á útivølli fyri fyrstu ferð í fýra dystir. Teir vunnu dystin 2-0 við tveimum málum frá Ivan Rakitic.

Tað hevur annars gingið striltið hjá Barcelona at vunnið á útivølli síðani stóra stjørnan á liðnum, Lionel Messi, gjørdist skaddur.

Í hinum dystinum í tí bólkinum spældu Bayer Leverkusen og Roma undirhaldandi 4-4 javnleik.

 

Í bólki G spældi Chelsea javnt á útivølli móti Dinamo Kiev. Tann dysturin endaði 0-0. Porto hinvegin, vann sín dyst 2-0 á heimavølli móti Maccabi Tel Aviv og liggur tí á fyrsta plássinum í tí bólkinum í løtuni.

 

Í seinasta bólkinum, bólki H, vunnu bæði heimaliðini sínar dystir. Valencia vann 2-1 á heimavølli móti Gent, meðan Zenit Skt. Pætursborg vann 3-1 ímóti Lyon.

 

Úrslitini í kvøld:

 

Bólkur E:

Bate Borisov-FC Barcelona 0-2

Bayer Leverkusen-AS Roma 4-4

 

Bólkur F:

Arsenal-Bayern Munchen 2-0

Dinamo Zagreb-Olympiakos 0-1

 

Bólkur G:

Dinamo Kiev-Chelsea 0-0

FC Porto-Maccabi Tel Aviv 2-0

 

Bólkur H:

Valencia-Gent 2-1

Zenit Skt. Pætursborg-Lyon 3-1

 

Støðurnar í bólkunum eftir 3 umfør:

 

Bólkur E:

1.     Barcelona 7 stig

2.     Bayer Leverkusen 4 stig

3.     BATE Borisov 3 stig

4.     AS Roma 2 stig

 

Bólkur F:

1.     Bayern Munchen 6 stig

2.     Olympiakos 6 stig

3.     Arsenal 3 stig

4.     Dinamo Zagreb 3 stig

 

Bólkur G:

1.     FC Porto 7 stig

2.     Dinamo Kiev 5 stig

3.     Chelsea 4 stig

4.     Maccabi Tel Aviv 0 stig

 

Bólkur H:

1.     Zenit 9 stig

2.     Valencia 6 stig

3.     Gent 1 stig

4.     Lyon 1 stig