Arsenal-leikari til FC Barcelona

FC Barcelona hevur longu fingið avloysara fyri Ronaldinho á miðvøllinum

Felagið skrivaði í kvøld undir sáttmála við Alexander Hleb, sum seinastu trý árini hevur spælt við Arsenal.

Hleb hevur hvassliga funnist at leiðsluni í Arsenal, og eftir at hava skotið við skørpum mótvegis felagnum í miðlunum, hevur Hleb leitað sær eftir nýggjum felag.

Alexander Hleb kostaði FC Barcelona góðar 110 milliónir krónur.