Arsenal leigað Arshavin út

Arsenal viðhaldsfólk hava ikki verið glað fyri avrikin hjá Andrey Arshavin seinatu tvey árini og nú hevur felagið leigað hann út til russiskan fótbólt. Russisk feløg høvdu til á midnátt at gera sínar avtalur og tað endaði við at nú fyrrverandi Blackburn liðskiparin, Chris Samba, endaði í Anzhi.

 

Tað var eftir eitt væleydna EM endaspæl í 2008, at Arsene Wenger fekk eyga á russiska bóltsnillingin, sum varð mettur sum tann russiski David Beckham. Í feburar 2009 kom hann so til Arsenal frá Zenit fyri áleið 150 milliónir krónur.

 

Tað gekk væl at byrja við og helst mundi hann toppa, tá hann skoraði øll fýra málini í 4-4 javnleikinum móti Liverpool. Seinasta hálva annað árið hevur tað tó ginið av skriðuni til hjá russiska landsliðsliðskiparanum. So illa, at tá hann bleiv skiftur inn móti Manchester United fyrr í ár ýldu Arsenal viðhaldsfólkini eftir honum.

 

Stutt fyri midnátt komu boðini frá Arsenal, at Andrey Arshavin komandi hálva árið fer at spæla við Zenit aftur. Talan er um ein leigu sáttmála fyri 30-ára gamla framrættaða spælaran.

 

Anzhi hevur fest sítt navn á fótbóltsheimskortið við at keypa leikarar sum Samuel Eto’o og Roberto Carlos. Í gjár gjøgnumførdi felagið keypið av Blackburn miðverjanum, Chris Samba. Hann hevur verið ein brandur í verjuni hjá Blackburn í fleiri ár, men gjørdist í øðini tá nýggju eigararnir koyrdu Sam Allardyce frá.

 

Síðani hevur hann alment boð frá, at hann ikki er sinnaður at halda fram í felagnum og gjørdi alt hann kundi fyri at fáa eitt skifti í lag í januar. Tað eydnaðist ikki, men av tí at russiska flytingarvindeygað er opið longri, so hevur tað verið møguligt at fáa eitt skifti í lag nú.

 

Anzhi Makhachkala, sum verður stuðlað av ríkmannin, hevur keypa 27-ára gamla miðverjan fyri áleið 100 milliónir krónur. Tá Samuel Eto’o skifti til Anzhi gjørdist hann best lønti leikarin í heiminum við eini ársløn upp á umleið 150 milliónir krónur. Sáttmálin hjá Chris Samba tryggjar honum yvir eina millión krónur um vikuna.